1. meistari til Eystnes
Smyril Line søkir eftir 1. meistara til handilsskipið Eystnes at byrja 8. juni. Talan er um fast starv.
Les meira um Eystnes her.
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan, ið dugir væl við fólki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handilsskipi. Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv uttan avmarkingar:
• Reg III/3 as 2nd Engineer ella reg III/3 as Chief Engineer
• Health certificate
• Safety training (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)
• Advanced firefighting
• Medical first aid (A-VI/4-1)
• Security familiarisation (A-VI/6-1)
• Proficiency in survival craft and rescue boats (A-VI/2-1)
Starvið
Umborð á Eystnesi er ein maskinstjóri, sum leiðir dagliga arbeiðið. Harafturat telur maskinmanningin ein 1. meistara. Maskindeildin hevur millum aðrar hesar uppgávur:
• Tryggja motordriftina og viðlíkahald
• Standa fyri innkeypi
• Leggja arbeiðsætlan
• Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 4. juni. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra, á tel. 345958, ella við Heidi Gullaksen, HR umsitara, á tel. 235956 ella heidig@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.