Avloysari sum 2. stýrimaður til Akranes

Smyril Line søkir eftir 2. stýrimanni til avloysaratúr við handilsskipinum Akranes at mynstra 28. september. Talan er um eina útmynstring á 4 vikur.

Akranes siglur hvørja viku millum Rotterdam í Hollandi, Tórshavn í Føroyum og Torlakshöfn í Íslandi. Les meira um Akranes HER

Starvið
Sum 2. stýrimaður ert tú vaktgangandi navigatørur á brúnni og dekkinum. Tú hevur ábyrgd av siglingarskipan og sjókorti. Tú skalt tryggja, at trygdarreglur og arbeiðsgongdir verða fylgdar, og harumframt hevur tú ábyrgdina av trygdarútgerðini.

Tín vangamynd
Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv:

- STCW Reg II/1 as Watchkeeping Officer

Harumframt skalt tú hava øll viðkomandi skjøl og skeiðir.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 27. september 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra, á tel. 345958, ella við Heidi Gullaksen, HR umsitara, á tel. 235956 ella á HR@smyrilline.fo.  

Um Smyril Line 
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.