Avloysari sum yvirstýrimaður til Mykines

Smyril Line søkir eftir yvirstýrimanni til avloysaratúr við handilsskipinum Mykines at mynstra 23. apríl. Talan er um eina útmynstring á 3 vikur. 
Les meira um Mykines HER.

Starvið 
Yvirstýrimaðurin stuðlar skiparanum í rakstrinum av skipinum. Yvirstýrimaðurin er arbeiðsleiðari á dekkinum og skal vera ein sjónligur persónur í dagliga arbeiðinum. 
Yvirstýrimaðurin hevur m.a. hesar uppgávur: 
  • at skipið er í sjótryggum standi 
  • at trygdarútgerðin er viðlíkahildin og dagførd 
  • lasting- og lossingar virksemið og handfaring av farmi á ferðini
Tín vangamynd 
Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv 
  • STCW Reg. II/2 as Chief Mate
Harumframt skalt tú hava øll viðkomandi skjøl og skeiðir.  

Setanartreytir 
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip. 

Starvssetan og umsóknarfreist 
Umsóknarfreistin er 30. mars 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.   

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR umsitara, á tel. 34 59 51 ella á HR@smyrilline.fo.  

Um Smyril Line 
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.