Grafiskur sniðgevi til Smyril Line

Vil tú verða við til at marknaðarføra Føroyar og Ísland úti í heimi við nýskapandi og fangandi grafikki? Um tú hevur ágrýtni, kreativitet og brennur fyri marknaðarførslu, so er hetta starvið til tín!

Vit leita eftir tær, ið
- Ert grafiskur sniðgevi við fingrunum á pulsinum
- Hevur flair fyri marknaðarførslu og hugsar kreativt
- Hevur høgan arbeiðsmoral og evni at arbeiða skjótt og neyvt

Tú verður partur av okkara grafiska toymi og fært ein týðandi leiklut í framleiðsluni – frá hugskoti til úrslit. Vit arbeiða mest við livandi tilfari og ferðin er ofta høg. Vit bjóða eitt spennandi og altjóða arbeiðsumhvørvi, við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum fyri alt samtakið. Tú sært úrslitið av tínum arbeiði beinanvegin.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 21. juli 2024. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri, drála ikki, umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Arbeiðsstaður er á marknaðardeildini á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn, vit eru tó opin fyri øðrum møguleikum.

Er hetta tú? 
Fá fleiri upplýsingar um starvið frá Karis við Brúgv, tlf. 52 16 17 ella frá Hjørdis í Dávastovu tlf. 23 59 50.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

 

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.