Náttarvørður til móttøkuna á Norrönu

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu, leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

Móttøkan er miðstøðin á okkara siglandi hotelli. Starvið sum náttarvørur fevnir um at bjóða vælkomin, innrita gestir, kunna, vegleiða og svara spurningum á bestan hátt og við einum smíli. Harumframt at halda móttøkuøkið reint og snotiligt, og at taka sær av øðrum fyrifallandi uppgávum. Tú verður partur okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.


Vit virðismeta allarmest, at tær dámar at arbeiða um kvøldið/náttina, og at tú heldur, at virðiligt samskifti og góð tænasta ger allan munin. Tú dugir vanligt teldubrúk, vanlig telduforrit og ert stinn/ur í enskum, týskum og norðurlendskum máli.

Starvssetan- og treytir
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá mars 2024 til oktober 2024, men við møguleika fyri at leingja setanina.
Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 10. mars 2024. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Móttøkuleiðarin, Randi Nolsøe, veit meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja á tel. 344845 ella senda fyrispurning umvegis receptionmanager@norrona.fo

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.