Rakstrarleiðari til farmadeildina hjá Smyril Line

Vit sóknast eftir einum rakstrarleiðara til farmadeildina í Tórshavn – eitt spennandi og avbjóðandi starv í einari mennandi og fjølbroyttari fyritøku. 

Sum rakstrarleiðari fært tú ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum á landi. Tú verður við til at tryggja, at tænastan til okkara kundar er av hægstu góðsku, og at skaðaviðgerðin verður handfarin skjótt og skipað.  


Arbeiðsuppgávur

Tryggja, at dagligi raksturin verður framdur á skilagóðan hátt. 

Menna og seta í verk mannagongdir fyri eina skipaða og skjóta skaðaviðgerð. 

Fremja skaðaváðametingar. 

Hava eftirlit við og eftirmeta skaðatilburðir, umframt at tryggja, at neyðugar mannagongdir verða fylgdar. 

Dagføra og tillaga innanhýsis mannagongdir. 


 Tín vangamynd 

Tú hevur góðan kunnleika til flutning og flutningstryggingar. 

Dugir væl at seta í verk og menna mannagongdir. 

Dugir at samskifta á høgum støði á føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu. 

Ert ábyrgdarfull/ur, álítandi og arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst.  

Royndir frá líknandi starvi eru ein fyrimunur. 


Setanartreytir 
Løn og treytir verða ásettar eftir avtalu. Umsóknarfreistin er 6. apríl 2025, og umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. 


Hevur tú spurningar til starvið? 
Tú ert vælkomin at venda tær til flutningsstjóran, Halgir Dahl Olesen, á tlf. 235940. 


Um Smyril Line 
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.  

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.