Speditión/shipping lærlingur til OCD

Hug at verða ein týðandi partur av føroyska vinnulívinum? Heldur tú at flutningur, flutningssamskipan og kundasamskiftið ljóðar spennandi? So kanst tú søkja lærupláss hjá OCD. 

Tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi. Tey taka væl ímóti tær og læra teg upp – og som tíðin gongur, fært tú fleiri spennandi uppgávur og ábyrgd. 

Tað er nógv at læra og tú fært fleiri uppgávur, har tú skalt millum annað læra og fáast við: 

• Ordramóttøku
• Samskipa inn- og útflutning
• Hava kundatænastu umvegis teldupost og telefon

Vit vænta
Vit leggja stóran dent á, at veita kundum okkara eina framúr tænastu. Vit eru framsøkin, og til tíðir kann tað ganga skjótt fyri seg. Tí vænta vit, at tú ert ágrýtin, forvitin at læra og er áhaldandi. 

Tað er neyðugt at tú hevur miðnámsprógv. 

Setanarviðurskifti
Lærutíðin er 2 ella 2,5 ár í mun til útbúgving og tú verður lønt/ur sambært sáttmálanum hjá Samverk. Skúlagongdin sum er 8-10 vikur er í Danmark. 

Arbeiðsstaður er á høvuðsskrivstovuni hjá OCD í  Saltangará.

Eftir lokna lærutíð, hevur tú eina viðurkenda skrivstovuútbúgving innan speditión/shipping, ið gevur tær góðar framtíðarmøguleikar.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 4. august 2024 og tú søkir starvið umvegis frymilin sum er niðanfyri.  

Drála ikki, umsóknir verða viðgjørdar leypandi.  

Vilt tú hoyra meira um starvið ? 
Um tú heldur at hettar kundi verið nakað fyri teg, so vóna vit at tú søkir og ynskir tú fleiri upplýsingar, so ert tú vælkomin at ringja til Sandru Poulsen, á tel. 74 91 27. Alt er sjálvandi í trúnaði. 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Um OCD
OCD er partur av Smyril Line.

Høvuðsvirksemið hjá OCD er at flyta farm frá og til farmaskipini hjá Smyril Line.

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.