Starvsfólk til goymsluna umborð á Norrönu
Í siglandi toyminum umborð á Norrönu, leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.
Starvið sum goymslufólk fevnir um at stuðla køkinum við at útvega ymiskar vørur skjótt, virkið og við einum smíli. Harumframt fært tú ábyrgd av vørumóttøku, at flyta vørur niðan í goymsluna og skipan av goymsluni. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.
Tú
Vit virðismeta allarmest títt virkni innan handaligar uppgávur, og at tú heldur, at skjót og góð vøruútflýggjan ger allan munin. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Starvssetan- og treytir
Tú kemur at sigla 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima, og tú arbeiðir 10 tímar um dagin.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Freistin at søkja er 15. mai 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Dugnaligu køksleiðararnir, Jean Alex Midjord og Helgi Bláskor, vita meira um størvini. Tú er vælkomin at ringja til teirra á 344835 ella senda teimum fyrispurning umvegis executivechef@norrona.fo.