Kundi tú hugsa tær eitt starv við útsýni yvir Atlantshavið?
So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av siglandi toyminum umborð á Norrönu, har vit leggja stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.
Sum tænari og barrtænari hjá okkum, er góður møguleiki fyri at læra og mennast. Starvið fevnir um at tæna og ráðgeva gestunum í úrvalinum innan matstovu- og barrøkið við einum smíli. Eisini áliggur tænarum og barrtænarum at halda hesi øki rein og ruddilig. Vit taka væl ímóti tær og tryggja okkum, at tú er væl fyrireikað/ur til uppgávurnar.
Vit vænta at tú
• Hevur lætt við at práta við fólk og møtir gestum og starvsfólkum við einum smíli
• Heldur, eins og vit, at góð tænasta ger allan munin
• Ert 18 ár, av tí at tú kemur at skeinkja
• Trygdin umborð hevur stóran týdning, og tí er tað týdningarmikið, at tú kanst orða teg væl á enskum
Starvsroyndir sum tænari ella barrtænari, er ein fyrimunur, men hetta er tó ikki ein treyt.
Starvssetan- og treytir
Størvini eru fyribils tíðaravmarkað frá mars 2025 til november 2025, men við møguleika fyri at leingja setanina.
Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur umborð, styttri túrar og vikuskiftistúrar. Tú siglir 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 26. januar 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sølu- og tænastuleiðararnar, Vincent Jensen og Lasse K.B. Nielsen, umvegis ssm@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.