Kundi tú hugsað tær at verið miðpunktið í Norðuratlantshavinum?

Smyril Line sóknast eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum Cruise Host/Hostess til at arbeiða umborð á Norrönu.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har møguleiki er at menna okkara tænastu, og uppliva lívið umborð á einum nýmótans ferðamannaskipi.

Tú siglir 1:1, ið merkir, at um tú hevur verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn í 4 vikur heima.

Um starvið
Eitt framsøkið arbeiðspláss, har tú sum Cruise Host/Hostess kemur at hava ábyrgdina av okkara North Atlantic cruise gestum, og tryggja, at tey fáa ein sera góðan túr. Tú kemur at vera ferðaleiðari í Íslandi, og hevur ábyrgdina av at skipa fyri undirhaldi umborð, bæði fyri vaksnum og børnum.  Tað er týdningarmikið, at tænastustøðið er høgt og tískil mugu skránnar og framløgurnar dagførast við jøvnum millumbili. Tú kemur at samskifta javnan við søluleiðarnar á teimum ymsu deildunun hjá okkum, fyri at tryggja eitt gott innlit í tænastuna gesturin keypir. Tá tørvur er á tí, kemur tú at hjálpa til í móttøkuni. 

Er tað tær vit leita eftir?
- Tú dugir at samskifta flótandi á norðurlendskum, týskum og enskum, bæði á skrift og talu
- Tú trívist væl í at hava framløgur/kunnandi fundir fyri størri mongdum av fólki
- Tú vísur áræði við m.a. at hugsa loysnir í ymiskum støðum, umframt at tú hevur lætt við at bjóða tína hjálp og vitan fram
- Tað fellir tær natúrligt at hava fleiri bóltar í luftini í senn og hugsa í loysnum

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 03. juni 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Nolsøe og Jeanette Thøgersen, móttøkuleiðarar, á receptionmanager@norrona.fo

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Smyril Line is looking for a talented and service minded Cruise Host/Hostess to work on-board Norröna

We offer an exciting and rewarding job where you will have the opportunity to develop and gain thorough insight into our products, as well as experience life onboard a modern passenger ship.

You will be sailing 1:1, which means spending 4 weeks on board followed by 4 weeks at home with pay. 

About the job
As a Cruise Host/Hostess you will be responsible for our North Atlantic Cruise guests and ensure they have an unforgettable experience by organising and hosting various entertainment activities. You will be acting as a tour guide in Iceland, and you will be responsible for arranging tailor made entertainment for our guests. You will be communicating with sales managers in the different divisions to ensure you have a thorough understanding of the service and products the guests purchase. When needed you will be assisting in the reception.

Are you the right candidate?
- You are fluent in Nordic languages, German and English, both written and spoken
- You thrive speaking in front of large groups
- You have a friendly, outgoing demeanour and a passion for hospitality and guest service 
- You are service minded and capable of offering solutions whilst staying clear-headed

Terms of employment
The terms and conditions of employment are pursuant to the collective agreement between the trade union Føroya Fiskimannafelag and the employer’s association Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Application deadline
The application deadline is 03rd of june 2024. You can apply by sending your application using the application form below.

If you have any questions, you are welcome to contact our reception managers Randi Nolsøe and Jeanette Thøgersen by e-mailing receptionmanager@norrona.fo

About Smyril Line
Smyril Line’s main activity is passenger- and freight transportation. Smyril Line owns the largest passenger ship in the North Atlantic Ocean, Norröna. In addition, Smyril Line owns the freight vessels  Mykines, Akranes and Glyvursnes. The freight firm OCD, Hotel Hafnia and Hotel Brandan are part of the Smyril Line Group. Smyril Line has offices in the Faroe Islands, Denmark, Iceland, Germany and the Netherlands.  

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.